Landslæknin: Koppseting virkar eisini móti omikron

Landslæknin: Koppseting virkar eisini móti omikron
Tvey prik minka sannlíkindini fyri at verða smittað niður í helvt, vísir greining
Lars Fodgaard Møller er landslækni.
 
21.01.2022 - 08:40

Koppsetingin fyri koronu virkar eisini móti omikron, sigur landslæknin.

Tað er niðurstøðan, nú smittutølini í januar eru greinað.

Greiningin vísir, at tvey prik minka sannlíkindini fyri at verða smittað niður í eina helvt, og triðja prikið minkar sannlíkindini at verða smittað uppaftur meira. 

Hvørja ferð tvey fólk, sum hava fingið triðja prikið, verða smittað, verða fimm fólk, sum ikki eru koppsett, smittað.

50 ár og eldri betri vard

Ein onnur niðurstøða er, at tey, sum eru 50 ár ella eldri og eru koppsett, eru betur vard enn tey, sum eru yngri enn 50 ár og eru koppsett. 

Hetta kemst tó av, at millum teirra, sum eru 50 ár ella eldri, eru fleiri, sum hava fingið triðja prikið enn tey yngru.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at úrslitini eru samanberilig við danskar greiningar, og fegnast um, at tað ber til at staðfesta tað sama við føroyskum tølum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV