Pota fyri koronu í Sundalagnum

Pota fyri koronu í Sundalagnum
Potað verður hvønn týsdag og hósdag í tríggjar vikur
Nýggja tilboðið um koronukanning er serliga ætlað borgarum í Sunda- og Eiðis kommunum.
 
20.01.2022 - 14:44

Sunda kommuna, Eiðis kommunu og Landssjúkrahúsið fara nú at skipa eina potistøð í Eydnuni á Oyrarbakka.

Potað verður hvønn týsdag og hósdag í tríggjar vikur. Byrjað verður týsdagin 25. januar.

Kommunurnar skipa kanningartoymið og taka sær at tí praktiska, meðan Landssjúkrahúsið letur kanningarútgerð og greinar royndirnar.

Kanningarnar eru ókeypis, men neyðugt er at bíleggja tíð á korona.fo. 

Kommunurnar siga, at tilboðið er serliga ætlað borgarum í Sunda- og Eiðis kommunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV