Medisinsk útgerð er ikki løgskipað í Føroyum

Medisinsk útgerð er ikki løgskipað í Føroyum
Eingin lóg sigur, hvør medisinsk útgerð kann innflytast og brúkast í Føroyum
Medisinska útgerðin, ið verður innflutt og brúkt í Føroyum, er í løtuni ikki skipað við lóg í Føroyum
Mynd: Shutterstock.com  
 
17.01.2022 - 07:23

Eingin lóg um medisinska útgerð er í Føroyum. 

Og eingi amboð forða fyri, at medisinsk útgerð, so sum útgerð, sum ikki er góðkend í ES, kemur til Føroya og verður brúkt her. 

Men nú er gjørt eitt lógaruppskot um medisinska útgerð. Sambært uppskotinum skal lógin koma í gildi 1.januar 2023.

 

Landsapotekarin skal umsita lógina

Medisinsk útgerð er amboð, tól, útbúnaður, tilfar, skipan, hjálpartól ella einhvør annar lutur, sum vera brúkt í heilsuverkinum.

Sambært lógaruppskotinum skal landsapotekarin umsita lógina.

Tann umsitingin fer at krevja eitt ella tvey ársverk. 

Tær útreiðslurnar verða fíggjaðar við gjøldum frá framleiðara, innflytara og útbjóðara av medisinskari útgerð, sigur Heilsumálaráðið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109