- Tíðindi, mentan og ítróttur
Longri avgreiðslutíð hjá kommunulæknum og apotekum hesa vikuna
Longri avgreiðslutíð hjá kommunulæknum og apotekum hesa vikuna
Talgilda heilsuskipanin var uppstigað í vikuskiftinum, og tað fer at gera avgreiðslutíðirnar hjá kommunulæknum og apotekum eitt vet longri í hesari vikuni
17.01.2022 - 08:12
Um fólk halda, at tey noyðast at bíða leingi hjá kommunulækna, í sjúkrahúsunum og á apotekunum, er tað ikki uttan grund.
Tí talgilda heilsuskipanin var uppstigað í vikuskiftinum.
Tí kunnu fólk vænta, at avgreiðslutíðin hjá kommunulæknum og á apotekunum verður eitt vet longri í hesari vikuni, meðan starvsfólkini venja seg við uppstigaðu skipanina, stendur á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum.
Til dømis tekur longri tíð at endurnýggja reseptir.
Tí heitir Sjúkrahúsverkið á fólk um ikki bíða við at endurnýggja reseptir til í síðstu løtu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV