H-bygningurin fer at kosta 750 mió. kr.

H-bygningurin fer at kosta 750 mió. kr.
Fyrsti partur av nýggja sjúkrahúsbygninginum verður tikin í brúk 22. mars
Fyrsti partur av H-bygninginum verður tikin í brúk 22. mars.
 
17.01.2022 - 16:26

Umleið 750 milliónir krónur.

Tað verður helst endaligi kostnaðurin fyri H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, nú arbeiðið er um at verða liðugt.

Ítøkiliga talið er 748 milliónir krónur, og tá eru samanbindingin av bygningum og nýggi kjallarin eisini tikin við í samlaðu upphæddina. 

Tað upplýsir Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki.

 

1502991

 

Síðsta hond verður nú løgd á arbeiðið við nýggja H-bygninginum og samanbindingina við B-bygningin. 

Eftir ætlan fer Landssjúkrahúsið at taka fyrsta partin av bygninginum í brúk 22. mars, og bygningarnir endaliga samanbygdir 28. juni. 

Tá er bara kjallarin eftir, sum millum annað skal stórari einari felagsgoymslu og parkering. 

 

1502993

 

Pengar eru ikki játtaðir til kjallaran enn. Hann er mettur at kosta um 46,2 milliónir krónur. 

Tá játtanin er fingin, verður mett, at tað tekur umleið seks mánaðir at gera arbeiðið liðugt í kjallaranum. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109