- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar fingu uppreisn móti Italia
Harvið fekk føroyska liðið eina rimmar uppreisn eftir vónbrotið móti Luksemburg fríggjakvøldið.
Móti Italia gekk javnt á allan fyrra hálvleik, men beint áðrenn hálvleikssteðgin eydnaðist tað Italia at koma tvey mál framum, so hálvleiksstøðan var 13-11.
Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan upp á seinna hálvleik og løgdu seg skjótt á odda, og føroyska leiðslan, sum í løtum var heili trý mál, helt meginpartin av seinna hálvleiki. Men italska liðið át seg inn aftur í dystin og kom eisini á odda aftur 25-24.
Føroyar skoraðu síðani tvær ferðir til 26-25, áðrenn Italia javnaði aftur til 26-26. Theis Horn Rasmussen gjørdi tað síðani til 27-26 til Føroyar, og hóast Italia átti síðsta álopið í dystinum, eydnaðist teimum ikki at svara aftur, og sostatt var føroyski sigurin veruleiki eftir ein sera spennandi dyst.
Tróndur Mikkelsen var besti føroyski málskjútti við 7 málum. Hákun West av Teigum gjørdi 6 mál.
Í kvøld verða síðstu dystirnir í bólkinum. Klokkan 15.30 spæla Italia og Luksemburg, og klokkan 18.00 spæla Føroyar og Lettland.
Áðrenn dystirnar í kvøld er framvegis stórur spenningur um, hvør vinnur bólkin. Luksemburg er fremst við 3 stigum, Føroyar og Italia hava 2 stig í part, og Lettland hevur 1 stig.