Todi Jónsson skal venja NSÍ

Todi Jónsson skal venja NSÍ
Tað verður føroyska fótbóltslegendan, Todi Jónsson, sum skal venja NSÍ í ár. Tað boðar NSÍ frá í kvøld
Fótbóltslegendan Todi Jónsson skal venjar NSÍ
 
14.01.2022 - 21:24

"Vit eru errin av at presentera okkara nýggja høvuðsvenjara, álopslegenduna Toda Jónsson."

Soleiðis skrivar NSÍ á heimasíðuni í kvøld. 

Todi Jónsson er besti føroyski fótbóltsspælari, ið Føroyar nakrantíð hava fostrað, og hann stóð eitt skiftið á odda fyri einari yvirtøku av Fremad Amager, sum tó ikki gekk sum ætlað. 

Men Todi Jónsson er eitt fullkomiliga óskrivað blað sum venjari, og tí er talan um eina satsing av NSÍ.

 

Fer í holt við A-loyvið

NSÍ skrivar, at Todi Jónsson hevur ProAcademy-venjaraútbúgving, ið hevur eitt ógvuliga breitt fokus á fjølbroyttar venjingar, lívsstíl, heilsu og styrki. Hartil er Todi Jónsson DBU-T venjari, ið er ein serlig útbúgving til fyrrverandi yrkisleikarar.

NSÍ ger vart við, at Todi Jónsson fer skjótast gjørligt í holt við at taka A-venjaraprógvið, sum krevst fyri at standa á odda fyri einum liði í Betri-deildini.

Afturat sær fer Todi Jónsson at hava Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen, ið eru kendir í felagnum, sum hjálparvenjarar.

 

Satsa lokalt

Todi Jónsson hevur fingist nógv við leikaramenning, síðani hann gavst sum yrkisleikari, er nakað, ið hevur tiltalað nevndina í NSÍ. 

”Tá NSÍ nú satsar lokalt, so er Todi eitt upplagt val sum venjari. Hann kann geva okkara lokala og unga hópi íblástur," staðfestir Dánial Hansen, formaður, við heimasíðuna hjá NSÍ. 

"Við hesum royndum – sum yrkisleikari og persónligur venjari – er Todi Jónsson eitt natúrligt val til at útvikla okkara leikarar enn meira”, leggur Dánial Hansen, formaður, afturat. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008