Fakfeløg ónøgd: Jørgen skal ikki áseta lønarkarmin hjá øðrum

Fakfeløg ónøgd: Jørgen skal ikki áseta lønarkarmin hjá øðrum
Óluva í Gong, forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, heldur lítið um útsøgnina hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum
Óluva í Gong er forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.01.2022 - 11:44

Fakfeløgini eru ónøgd við útmeldingina hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmmálum, um at karmurin nú er lagdur fyri lønarsamráðingarnar við onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, er ein teirra.

Tá sáttmálin við Starvsfelagið var undirskrivaður í gjár, segði Jørgen Niclasen soleiðis um sokallaða karmin, sum er lønarmarkið fyri, hvat onnur fakfeløg kunnnu vænta sær:

1502461

 

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, at tá teirra sáttmáli við Fíggjarmálaráðið gongur út um hálvannað ár, er karmurin, ella ovasta lønarmarkið, sum sambært Jørgeni Niclasen var sett í gjár, ikki aktuelt longur.
 
Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, heldur lítið um útsøgnina hjá landsstýrismanninum. Sáttmálin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fer úr gildi um eitt lítið ár:

1502466

 

Føroya lærarafelag hevur sáttmála við Fíggjarmálaráðið, sum gongur út í oktober í ár.

Jákup Eli Olsen, formaður, sigur í stuttari viðmerking, at Føroya lærarafelag hevur síni krøv, og fer til samráðingar, sama hvat Jørgen Niclasen sigur. Hann hevur virðing fyri, at landsstýrismaðurin ansar eftir felagskassanum, men Føroya lærarafelag hevur frían samráðingarrætt, Jákup Eli Olsen.     

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109