Kim Engstrøm: HB skal vinna FM

Kim Engstrøm: HB skal vinna FM
"Hjá HB er bara eitt sum telur, og tað er gerast meistari," sigur 42 ár gamli Kim Engstrøm, sum næstu trý árini verður høvuðusvenjari hjá HB
Fótbóltshugsjónin hjá HB og mær sjálvum sampakka væl, heldur nýggi høvuðsvenjarin
 
12.01.2022 - 15:47

Málið er at vinna FM, tí HB kann ikki brúka silvur ella bronsu til nakað.

So greiður er nýggi HB-venjarin, 42 ára gamli Kim Engstrøm, sum hevur gjørt trý ára sáttmála við høvuðstaðarfelagið. 

"HB er størsta felag í landinum, og eg eri sera bergtikin av góðu umstøðunum, sum eru kring felagið. Mær dámar eisini væl ta fótbóltshugsjón, sum HB byggir á, og í felagnum eru nógvir ungir spælarar, ið eru uppaldir í HB."

Kim Engstrøm kemur úr einum starvi sum U19-venjarin hjá danska stórfelagnum OB, har hann hevur verið í fimm ár. Í 2020 vann hann U19-meistaraheitið í Danmark. 
 

HB-viðhaldsfólkini, ið ofta verða skýrd at vera rættiliga kræsin, skulu vænta sær álopssinnaðan fótbólt, og kravið frá venjaranum er, at leikararnir skulu orka betur enn mótstøðuleikararnir.

Her er ein longri samrøða við nýggja HB-venjaran. 

Kim_HB_RED

Føroyskur fótbóltur er eisini í stórari menning, og tí er tað áhugavert at blíva venjari í Føroyum, heldur Kim Engstrøm, sum hevur UEFA Pro Licence-venjaraútbúgvingina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008