Elias á Skipagøtu sera ivasamur til HM-undankapping

Elias á Skipagøtu sera ivasamur til HM-undankapping
Stjørnuskotið á føroyska hondbóltslandsliðnum, Elias á Skipagøtu, hevur skaða at dragast við, og mest sannlíkt spælir hann lítið og einki í undankappingini um vikuskiftið
Elias á Skipagøtu á tíðindafundi fyrrpartin
 
10.01.2022 - 11:17

Elias á Skipagøtu fær ikki stóran leiklut, tá føroyska hondbóltslandsliðið spælir HM-undankapping á heimavølli um vikuskiftið.

IK Sävehof-spælarin fekk eitt brot í høkuna fyri jól, og í løtuni bendir nógv á, at tað fer at forða honum í at spæla fyri Føroyar í kappingini, sum byrjar fríggjadagin.

 - Tað er enn ringt at siga, sigur Elias á Skipagøtu.

 - Tað sær eitt sindur svart út, men eg vóni, at eg kann.

Endalig avgerð er ikki tikin enn.

 - Men um eg verði við, verður tað helst í minni leikluti. Kanska eitt sindur av yvirtalsspæli, har eg ikki fái so nógv sløg í høvdið, sigur Elias á Skipagøtu.

Talan er um brot, sum í løtuni liggur, sum tað skal, men vandi er fyri, at mongu nærdystirnir gera, at brotið versnar.

Smeitur fyri føroysku vónirnar

Luksemburg, Lettland og Italia verða mótstøðulond um vikuskiftið, og mett verður, at Føroyar hava ein líkinda møguleika at enda millum tvey tey fremstu og sostatt spæla seg víðari til play-off umfar í mars.

Elias á Skipagøtu iðrar seg um, at hann ikki fær spælt við fullari ferð í kappingini frammanfyri føroysku áskoðarunum.

 - Eg havi glett meg øgiliga nóg - tað hava vit nokk øll - so tað er øgiliga keðiligt, at eg ikki fái verið við so nógv, sum eg vil.

Næstu dagarnar verður avgjørt, hvussu nógv ella um Elias á Skipagøtu skal spæla.

Bakspælarin, Kjartan Johansen, viðgongur, at skaðin hjá Eliasi á Skipagøtu kemur illa við hjá Føroyum.

 - Tað er ein stórur missur, sigur spælarin úr Önnereds HK. 

 - Elias spælir á hægst stigi av okkum, og hann skal ofta gera tað fyrsta fyri okkum, og so mugu vit aðrir fylgja við.

 - Nú er tað upp til okkum aðrar at vísa, at vit eru nóg góðir, sigur Kjartan Johansen. 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946