- Tíðindi, mentan og ítróttur
H71 vann við einum máli
H71-kvinnurnar hava givið sær sjálvum eitt framúrskarandi útgangsstøði til at spæla seg víðari í Europa Cup-kappingini í hondbólti, tá tær í kvøld vunnu 39-38 á ZRK Naisa Nis.
Seinni dysturin verður spældur í Føroyum næsta vikuskiftið.
Hoyvíkskvinnurnar vóru flúgvandi í fyrra hálvleiki og førdu við fýra málum, tá farið var til hálvleiks.
Maria Halsdóttir Weyhe og Jana Mittún vóru stórspælandi, og gjørdist Maria toppskjútti í dystinum við heili 15 málum.
Jana mansvard
Leiðslan helt sær rættiliga leingi í seinna hálvleiki. H71 helt fast um kvika spælið, og tað tóktist rigga.
Men, sum hálveikurin leið, so byrjaði serbiska liðið, væl stuðlað av heimaáskoðarunum, at eta seg inn á H71.
Stórtalentið, Jana Mittún, bleiv í løtum mansvard, og kanska byrjaðu nervarnir at spæla ungu leikarunum eitt puss.
Tvørtræið fyri
Tá ein minuttur var eftir, var støðan 39-38 til H71, men ZRK Naisa Nis hevði bóltin. Verjurnar høvdu ikki staðið seg væl í dystinum, so tað var líkt til, at dysturin fór at enda við javnleiki.
Men dundurskotið frá Sanja Stamenkovic fór á tvørtræið, og tá bólturin støkk út aftur í spæl, vóru H71-kvinnurnar fyrsta á honum.
Harvið hevur H71 givið sær sjálvum eitt sera gott útgangsstøði til dystin á heimavølli næsta vikuskiftið.