Nýggjárskonsertin í fjør verður send leygarkvøldið

Nýggjárskonsertin í fjør verður send leygarkvøldið
Nýggjárskonsertin í ár bleiv avlýst orsakað av koronastøðuni. Í staðin sendir Kringvarp Føroya konsertina, sum varð upptikin í fjør
Føroyingar fáa eitt plástur á sárið, nú Nýggjárskonsertin í ár bleiv avlýst
 
05.01.2022 - 15:52

Størsta konsertin á árinum hjá Føroya Symfoniorkestri, Nýggjárskonsertin, er avlýst.

Tað er koronustøðan í Føroyum og tey høgu smittutølini, ið gera, at tað ikki verður mett ráðiligt at halda konsertina.

"Vit eru øll sera hørm um støðuna. Tónleikarar, sangarar, ljóð-, ljós-, og pallfólk hava øll lagt nógva orku í fyrireikingararbeiðið, og øll hava glett seg til aftur at framføra fyri áhoyararum. Vit hava broytt sniðið á konsertini fleri ferðir fyri at sleppa at framføra, men vit mugu viðurkenna, at tað tíverri heldur ikki verður í ár. Vit fáa ikki hildið tilmælini við tí stóru manningini, sum nýggjárskonsertin krevur, og tí hava vit nú avgjørt at avlýsa", sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri.

 

Senda konsertina frá í fjør

Tað var heldur ikki gjørligt at spæla nýggjárskonsertina í fjør, so tá var ein sjónvarpsframleiðsla gjørd av konsertini. Hendan upptøkan verður send aftur í ár nú leygarkvøldið kl. 19.30.

"Eg haldi sjálvur, at konsertin eydnaðist sera væl seinasta ár, og at hon meira enn so tolir eina endursending. Og so vóni eg sjálvsagt, at vit kunnu geva føroyingum eitt brak av eini nýggjárskonsert næsta ár," sigur stjórin.

Nýggjárskonsertin er eitt samstarv millum Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur.

Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, greiddi soleiðis frá avgerðini at avlýsa Nýggjárskonsertina í útvarpstíðindunum 29. desember.

ivan_um_nyggjarskonsertina_RED

 

Nýggjárskonsertin
Sjónvarpið
Leygarkvøldið
Kl. 19.30

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342