- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er klárt at selja Magn
Nú er klárt at selja Magn
Skeljungur kunngjørdi mikudagin, at føroyska kappingareftirlitið hevur ongar viðmerkingar um, at smápartafelagið Orkufelagið keypir Magn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fullsizeoutput_1aa9.jpeg?itok=PjjMNiWS)
Kappingareftirlitið hevur góðkent, at Magn verður selt.
25.12.2021 - 15:00
Íslendska oljufelagið Skeljungur kunngjørdi mikudagin, at føroyska kappingareftirlitið hevur ongar viðmerkingar um, at smápartafelagið Orkufelagið keypir Magn frá Skeljungi.
Kunngjørt var fyri skjótt einum mánað síðani, at Skeljungur og Orkufelagið vóru samnd um søluna.
Men treytin var, at Kappingareftirlitið í Føroyum góðkendi søluna.
Nú Kappingareftirlitið hevur boðað frá sínari støðu støðu, er klart at avgreiða handilin millum Skeljung og Orkufelagið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV