- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona koyrir Jobmatch á netið aftur í ár
Korona koyrir Jobmatch á netið aftur í ár
Vanliga er tiltakið í Norðurlandahúsinum, men við galdandi koronatilmælum ber tað ikki til.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jobmatch.png?itok=qDJMxKY9)
Áðrenn korona kom, var Jobmatch í Norðurlandahúsinum.
25.12.2021 - 14:13
Aftur í ár verður starvsstevnan Jobmatch á netinum.
- Vit tosaðu við fyritøkur og stovnar tíðliga í desember, og har var ongin ivi um, at stórur áhugi er at koma á tal við komandi starvsfólk millum jóla og nýggjárs, og tí er Jobmatch á netinum mikudagin 29. desember
Tað sigur Katrin I. Gregersen, sum er samskipari.
Vanliga er tiltakið í Norðurlandahúsinum, men vegna koronu, var eisini í fjør skipað fyri Jobmatch á netinum, so fólk og fyritøkur kundu hittast.
ì ár var ætlanin upprunaliga, at hava tiltakið sum vanligt í Norðurlandahúsinum, men við galdandi koronatilmælum ber tað ikki til, sigur Katrin I. Gregersen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV