- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vestpack er nú føroyskt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vestpack.jpg?itok=OgurJVuy)
Fyritøkan Vestpack er nú føroysk.
Leiðslan á Vestpack hevur saman við føroyskum íleggjarum keypt felagið.
Frammanundan áttu føroyingar helvtina av fyritøkuni, meðan hin helvtin var á útlendskum hondum. Tað eru Áki Olsen, forstjóri, Jákup Oluf í Skálum, stjóri, Sámal Steinkross, sølustjóri, og Ben Arabo, nevndarformaður, ið hava tikið stig til keypið og sum nú mynda felagið.
Umframt posar, sum føroyingar brúka mest sum hvønn dag, veitir Vestpack pakkitilfar til føroyskt vinnulív í breiðastu merking.
Høvuðsmarknaðurin er tó fiski- og alivinnan í Føroyum. Eisini eru kundar innan fiski- og alivinnu í Noregi og í Íslandi.
Jákup Oluf Í Skálum, stjóri, fegnast um keypið og vísir á, at hetta gevur dagligu leiðsluni frælsi at menna fyritøkuna enn meira og at tryggja, at allar avgerðir verða tiknar nær heimamarknaðinum.