- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskimenn í ES fáa minni í sín part í fiskivinnuavtalu við Bretland
ES fær minni í sín part, eftir at samveldið hevur gjørt fisirættindaavtalu við Bretland fyri 2022.
Tað upplýsir danska fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.
"Eg eri nøgdur við at ein avtala er fingin í lag, tí nú vita donsku fiskimenninir hvørjar møguleikar teir hava fyri fiskiskapi næsta ár, sigur Rasmus Prehn, sum er danskur ráðharrin fyri matvørum, landbúnaði og fiskivinnu.
Kvotan av hvítingsbróðuri nógv minkað
Tað er serliga kvotan av hvítingsbróðuri, sum minkar nógv. Úr 116.000 tonsum niður í sløk 50.000 tons.
Flest allar kvotur hjá donsku fiskimonnunum eru lægri enn tær vóru, men onkrar kvotur eru hækkaðar.
Kvoturnar eru ásettar eftir tilmælum frá fiskifrøðingum.
Avtalan, ið er gjørd, er galdandi fyri fisk sum londini í felag hava eftirlit við.
Avtalan er gjørd í tráð við avtaluna tá Bretland fór úr ES, sigur danski ráðharrin.
ES samtykt 1,3 mia. kr. í stuðli
Ein stórur meiriluti í fólkatinginum hevur samtykt at lata donsku fiskimonnunum 1,3 milliardir kr. í stuðuli, tí teir missa rættindi av Brexit.
841 milliónir krónur skulu nýtast at lata fiskimonnunum, sum missa kvotur, og 204 milliónir kr. skulu latast til upphøgging til fiskimenn, sum ætla at gevast í vinnuni.
Hóast talan er um hjálp í játtanini, so siga fleiri fiskimenn seg ikki fáa alt, sum teir missa við avtaluni við Bretland, skrivar Ritzau.