- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin samgongufundur fyrr enn eftir jól
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sammodir_-1.jpg?itok=sOLAGs42)
Samgonguflokkarnir eru samdir um at gera eina roynd at finna stevið aftur, men tað verður ikki fyrr enn eftir jól.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eftir at bæði Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vilja hava løgmann at umrøða støðuna.
Løgmaður sigur, at tað er best, at tað sum hendi í gjár, sodnar í nakrar dagar.
Royna at finna stevið
Vágaportalurin skrivar, at allir tríggir flokkarnir eru samdir um at gera eina roynd at finna stevið aftur.
Samgongan er kortini virkin, og í morgin verður landsstýrisfundur, har ymisk mál vera umrødd. Talan er í størstan mun um kunngerðir sum skulu lýsast fyri nýggjár.
Givið er, at politiska støðan eisini verður umrødd, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.