Arbeiðið at umvæla gomlu læknahúsini í Klaksvík verður boðið út næsta ár

Arbeiðið at umvæla gomlu læknahúsini í Klaksvík verður boðið út næsta ár
15 milliónir krónur skulu eftir ætlan brúkast næstu tvey árini til at umvæl gomlu læknahúsini í Klaksvík, ella Gulu húsini, sum tey eisini verða kallað
Gomlu læknahúsini í Klaksvík, kallað Gulu húsini, skulu umvælast, og arbeiðið verður boðið út fyrst í næsta ári
Mynd: Google Maps  
 
20.12.2021 - 07:31

Gomlu læknahúsini í Klaksvík, kallað Gulu húsini, skulu umvælast, og arbeiðið verður boðið út fyrst í næsta ári.

Pengar eru til arbeiðið.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningi frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.

Í fíggjarlógini í ár eru seks milliónir krónur játtaðar til læknahúsini.

Næsta ár eru fimm milliónir ætlaðar og 10 milliónir í 2023.

 

Umsitingin skal flyta inn

Ætlanin er, at umsitingin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi flytur í gulu læknahúsini, tá tey er dagførd.

Gulu húsini vóru bygd í 1923. Landið eigur tey.

Nú tey verða dagførd, verða har 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn.  

 

Eyðgunn Samuelsen spurdi

Eyðgunn Samuelsen spurdi eisini um starvsfólkabygningin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi, nær hann verður dagførdur.

Kaj Leo Holm Johannesen svarar, at arbeiðið við starvsfólkabygninginum er ikki komið so langt ávegis enn. 

Her er fyrsta stigið at viðgera hugskot til millum annað innrætting. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155