27.500 løntakarar

27.500 løntakarar
Í november vóru 27.500 løntakarar, vísir greining hjá Hagstovu Føroya
Mynd: Savnsmynd  
 
15.12.2021 - 09:51

Tað eru stívliga 300 fleiri løntakarar í november í ár í mun til í fjør. 

Ein greining hjá Hagstovuni vísir, at tað vóru 27.500 løntakarar í november, og tað svarar til ein vøkstur upp á 1,2 prosent. 

Í november vóru um 14.150 menn og 13.350 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er nærum 150 fleiri menn og knappliga 200 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.

 

Fleiri privatir løntakarar

Løntakarararnir í 'privatu tænastuvinnunum' eru nú fleiri, enn teir vóru, áðrenn koronufarsóttin rakti. Hinvegin er vøksturin í 'almennari tænastu' uppsteðgaður. Í byggivinnuni minkar løntakaratalið. 

Gongdin í løntakaratalinum er tó rímiliga støðug. Seinastu mongu mánaðirnar er einasta stóra sveiggið, í apríl mánaði í fjør, tá ið landið fór niður í ferð.

Tað skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371