Mæla til at geva lemma- og partrolarum fleiri fiskidagar

Mæla til at geva lemma- og partrolarum fleiri fiskidagar
Havstovan mælir eisini til at lata upp fyri avmarkaðum vinnuligum fiskiskapi á Føroyabanka
Havstovan mælir til, at høvuðsreiðskapurin á Føroyabanka framhaldandi verður lína, og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans. 
 
14.12.2021 - 13:32

Havstovan hevur nú latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa næsta ár. 

Havstovan mælir til, at fiskidagarnir hjá lemma- og partrolarum verða øktir fimm prosent. Samstundis verður mælt til, at fiskidagarnir fyri bólk 3-5 (lína, snella og trol á landleiðini) verða skerdir fimm prosent.

Á Føroyabanka hava fleiri vinnuligar royndir verið gjørdar frá 2019 til 2021. 

Úrslitini av hesum royndum vísa, at tað er framvegis sera lítið at fáa av toski, men at tað eru stórar nøgdir av hýsu og longu á Føroyabanka. 

200 fiskidagar tilsamans á Bankanum

Fyri at gagnnýta hetta tilfeingið mælir Havstovan til at lata upp fyri avmarkaðum vinnuligum fiskiskapi á Føroyabanka. 

Mælt verður til, at høvuðsreiðskapurin á Føroyabanka framhaldandi verður lína, og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans. 

Fyri at halda veiðitrýstinum á toski niðri, verður mælt til, at ávís øki á Føroyabanka verða friðað í gýtingartíðini hjá toski.

Havstovan mælir til at geva lemma- og partrolarum fleiri fiskidagar næsta ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371