Íslendingar fiska lodnu

Íslendingar fiska lodnu
Góð 900.000 tons kunnu fiskast hesa vertíðina
Londufiskiskapurin hjá íslendsku skipunum er toluligur.
 
10.12.2021 - 08:50

Íslendingar eru farnir at fiska lodnu aftur.

Fiskiskapurin er toluligur.

Íslendska havstovan mælir til, at fiskast kunnu 904.000 tons av lodnu í hesi vertíðini. Tilmælið verður endurskoðað fyrst í komandi ári. 

Eingin lodna var fiskað í 2020. Í seinastu vertíð, 2020-2021, vóru fiskað 128.600 tons av lodnu.

Føroyar eiga fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons.

Tey 30.000 tonsini verða latin skipunum, sum plaga at fiska lodnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371