Eingi prógv fyri, at koronupassið virkar

Eingi prógv fyri, at koronupassið virkar
Tekin eru um, at koppsett fólk, sum fáa koronu, smitta minni enn tey, sum ikki eru koppsett, sigur løgmaður í svari til Honnu Jensen
Eingin lóg áleggur privatum fyritøkum og privatum feløgum at krevja koronupass ella verndarbúna frá teimum, sum koma á gátt hjá teimum, sigur løgmaður í svarinum
 
08.12.2021 - 08:44

Eingi vísindalig prógv eru funnin fyri, at koronupassið virkar.

Koronupassið gevur ikki 100 prosent tryggleika fyri, at fólk ikki eru smittað.

Men tekin eru um, at koppsett fólk, sum fáa koronu, smitta minni enn tey, sum ikki eru koppsett.

Hetta hevur Løgmansskrivstovan fingið at vita frá landslæknanum, nú løgmaður skuldi svara spurningum frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, um koronupassið.

Kunnu ikki áleggja koronupass

Løgmaður svarar millum annað, at eingin lóg áleggur privatum fyritøkum og privatum feløgum at krevja koronupass ella verndarbúna frá teimum, sum koma á gátt hjá teimum.

Men, sigur hann, Farsóttarnevndin hevur lógarheimild at steingja fyritøkur, um illa vil til, sum sagt verður í svarinum. Tað almenna kann krevja, at tey, sum koma á gátt, skulu hava koronupass og verndarbúna.  

Um kommunurnar verður sagt, at landsstýrið ella borgarstjórin kunnu geva tænastuboð um ávís tiltøk at basa smittu.

Og eingin lóg krevur, at fólk skulu geva upplýsingar um koppseting ella kanningarúrslit.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Vikan 18. januar 2025
186511
Nýggjastu sendingar í SV