Einki omikron í Føroyum

Einki omikron í Føroyum
Higartil eru sjey kanningar gjørdar av fólki, sum hava fingið staðfest koronu, tá tey eru komin til Føroya
Nógvir tilburðir av omikron-frábrigdinum eru staðfestir uttanlands, men hetta frábrigdið er ikki staðfest í Føroyum.
 
06.12.2021 - 11:14

Eingin tilburður av omikron-frábrigdinum av koronu er staðfestur í Føroyum.

Tað sigur Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Patologisku kanningarstovuni, á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Higartil eru bara sjey kanningar gjørdar, og tær eru allar gjørdar av fólki, sum hava fingið staðfest koronu, tá tey eru komin til Føroya.

Ger um seg í øðrum londum

Í øðrum londum ger omikron-frábrigdið um seg, og tað vísir seg, at nógv, sum gerast sjúk, hvørki hava verið uttanlands, ella verið saman við øðrum, sum eru sjúk.

Tí er Heilsufrøðiliga Starvsstovan farin at kanna fólk, sum eru sjúk, og sum eru smittað í Føroyum.

Tað verður gjørt fyri at fáa greiði á, um omikron-frábrigdið er í landinum, sigur Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Patologisku kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109