Omikron komið til Íslands og USA

bannari
Omikron komið til Íslands og USA
Nú er greitt, at nýggja koronufrábrigdið, omikron, er komið til Íslands og USA, og at smittan er leys í báðum londunum
 
02.12.2021 - 07:48

Omikron er komið til Íslands, skrivaði Mogunblaðið í gjárkvøldið.

Eitt fólk, sum var á sjúkrahúsi í Reykjavík, tí tað hevði koronu, fekk staðfest omikronfrábrigdið. 

Viðkomandi hevur ikki verið uttanlands, og læknarnir vita ikki, hvussu sjúklingurin er smittaður.

 

Eisini í USA

Fyrsti tilburðurin av omikorn virusinum er nú eisini staðfestur í USA, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at virusið fer at breiða seg.

Í Danmark eru fleiri tilburðir av omikron staðfestir aftrat.

Trý fólk sum høvdu verið í Suðurafrika, og eitt fólk sum hevði verið í Qatar, vóru smittað við omikron-frábrigdinum

Umframt tey, so verða 17 aðrir tilburðir kannaðir, tí tekin eru um, at eisini tey fólkini eru sjúk av omikron-frábrigdinum.

 

Triðja prikið

Myndugleikarnir í Danmark heita á fólk um at fáa sær triðja prikið, og ætlanin er at koppseta tvær ferðir so nógv fólk um vikuna, sum higartil.

Henrik Ullum, stjóri í Serumstovninum, sigur, at arbeitt verður við at økja koppsetingina, so Danmark kann sleppa undan at lata aftur í vetur, skrivar DR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366