Omikron-frábrigdið varð staðfest í Evropa fyrst

bannari
Omikron-frábrigdið varð staðfest í Evropa fyrst
Sambært niðurlendsku heilsumyndugleikunum, varð nýggja slagið av koronusmittuni funnið í tveimum royndum, sum vórðu tiknar millum 19. og 23. november.
 
30.11.2021 - 15:53

Omikron var í Evropa, áðrenn tað var skrásett í Suðurafrika. 

Tað hava heilsumyndugleikarnir í Niðurlondum kunngjørt í dag, skrivar BBC. 

Sambært niðurlendsku heilsumyndugleikunum, varð nýggja slagið av koronusmittuni funnin í tveimum royndum, sum vórðu tiknar millum 19. og 23. november. 

Tað er tó ikki staðfest, um hesir persónar høvdu verið í Suðurafrika, áðrenn tey lótu seg kanna í Niðurlondum. 

Fyrstu ferð, at omikron var skrásett í Suðurafrika, var 24. november, sum er fimm dagar eftir, at omikron fyrstu ferð varð skrásett í Evropa. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366