- Tíðindi, mentan og ítróttur
2.330 tons minni av toski í Barentshavinum
Toskakvotan í russiska partinum av Barentshavinum verður góð 2.330 tons minni í 2022, enn hon er í ár.
Hýsukvotan er um 400 tons minni, kvotan av flatfiski verður tann sama, 900 tons, og rækjufiskiskapurin minkar nógv, úr 4.000 tonsum, niður í 2.500 tons.
Tað er fyribilskvota, tí ein kanning skal gerast av rækjufiskiskapinum í russiska partinum av Barentshavinum, og tá kanningarnar eru lidnar, skulu partarnir tosa saman aftur.
Tað var úrslitið av sínámillum fiskirættindasamráðingunum ímillum Føroyar og Rusland, sum vóru í Havn í farnu viku.
Fiskifrøðingar mæltu til 20 prosent minking
Rusland missir eisini kvotu í føroyskum sjógvi.
Svartkjaftakvotan minkar úr 82.000 niður í 75.000 tons, kvotan av makreli minkar úr 14.500 niður í 13.300 tons, og kvotan av sild minkar úr 10.000 niður í 9.200 tons.
Í summar mæltu fiskifrøðingar til, at toskaveiðan í Barentshavinum minkar 20 prosent næsta ár.
ICES mælir til, at veiðan ikki fer upp um 708.480 tons. Tilmælið fyri 2021 er 885.600 tons.
ICES mælir eisini til at fiska 50.000 tons minni hýsu.
Minni av toski enn fyrr hildið
Orsøkin til toskatilmælið fyri 2022 er, at kanningar nú hava víst, at minni fiskur er í Barentshavinum enn fyrr hildið.
Aðrar samráðingar um sínámillum fiskirættindi fyri næsta ár, eru á skránni næstu dagarnar.
Mikudagin og hósdagin verða samráðingar við Grønland í Keypmannahavn, og týsdagin og mikudagin í næstu viku vera samráðingar við Noregi í Havn, upplýsir Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni.