Trotabúgvið góðkennir krav frá Samherja

Trotabúgvið góðkennir krav frá Samherja
Trotabúarviðgerðin um smápartafelagið Tindhólm verður nú endað
Kravið frá Samherja er góðkent, men Samherji fær verri enn so allar milliónirnar, sum felagið krevur, tí so nógvir pengar eru ikki í trotabúnum Tindhólmi.
 
27.11.2021 - 10:35

Trotabúarviðgerðin um smápartafelagið Tindhólm verður nú endað.

Kravið hjá íslendska felagnum Samherja, sum er slakar 17 mió. kr., er góðkent og innstillað.

Hetta eru pengarnir, sum Samherji rindaði Taks, tí Tindhólmur av órøttum skal hava fingið slakar 17 mió. kr. í skattaafturbering fyri hýrur.

Afturberingin, sum sigst vera ólógig, verður kannað. 

Taks meldaði málið, men løgreglan er ikki liðug við tað enn.

Fiskimenn ella sjómenn

Kannað verður, um Samherji brúkti Tindhólm til at gjalda fiskimonnum hjá Samherja í Namibia hýru sum vóru teir sjómenn á farmaskipum.

Men fyri tað, um trotabúgvið hevur góðkent kravið frá Samherja, fær Samherji verri enn so allar milliónirnar aftur, tí so nógvir pengar eru ikki í trotabúnum.

Í trotabúnum er ein millión krónur. Krøvini eru næstan 30 milliónir.

Trotabúgvið góðkendi ikki eitt krav frá Taks, sum er tríggjar milliónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050