Ófullfíggjaður roknskapur hjá landskassanum

Ófullfíggjaður roknskapur hjá landskassanum
Løgtingsgrannskoðararnir hava nógvar viðmerkingar um landsroknskapin fyri 2020, sum nú er lagdur fyri tingið til góðkenningar
Nógvar atfinningar eru um landsroknskapin.
 
27.11.2021 - 08:35

Løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri viðmerkingar til landsroknskapin fyri 2020, sum nú er lagdur fyri tingið til góðkenningar.

Løgtingsgrannskoðararnir leggja serligan dent á, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, m.a. tí at nakrir stovnar og grunnar eru ikki við í fíggjarlógini, landsroknskapinum ella i fíggjarstøðuni, og at tølini í fleiri roknskapum samsvara ikki við landsroknskapin.

Løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at innaneftirlitið hjá TAKS á nøkrum økjum er ikki nøktandi, m.a. í sambandi við umsiting av lønarhæddaravgjaldi, loyvisgjaldi á alivinnu og Barsilsskipanini.

Ikki boðin út

Strandferðslan er farin í holt við eina KT-skipan, uttan greiða kostnaðarætlan, uttan at bjóða skipanina út og uttan at gera skrivliga avtalu við veitaran.

Løgtingsgrannskoðararnir vísa eisini á, at fíggjarstýringin av útbyggingini av Landssjúkrahúsinum hevur ikki verið nøktandi, og at landsgrannskoðarin enn einaferð tekur fyrivarni í roknskapinum fyri serviðgerð uttanlands.

Uppskotið um at góðkenna landsroknskapin fyri 2020 kemur til viðgerðar í tinginum týsdagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050