Lán skulu fíggja hall hjá Eysturkommunu

Lán skulu fíggja hall hjá Eysturkommunu
Eisini í Eysturkommunu verður sama skattaprosent næsta ár sum í ár, tað verður 21
Býráðshúsið í Eysturkommunu.
 
27.11.2021 - 14:11

Eisini í Eysturkommunu verður sama skattaprosent næsta ár sum í ár, tað verður 21.

Barnafrádrátturin verður 8.000 kr., sum er tann sami sum í ár.

Í samtyktu fíggjarætlanini fyri 2022 eru inntøkurnar 118,2 mió. kr.

Hallið verður 28,4 mió.kr., sum verður fíggjað við lántøku. 

Pengar til vøggustovubørn 

Býráðið í Eysturkommunu hevur sett av eyka pening til innkoyring hjá vøggustovubørnum. 

Slakar 40 millíónir krónur verða brúktar í íløgum í barnagarðin við Gøtugjógv, útstykking í Leirvík, kirkjugarðin í Leirvík og jarðhitaskipan til skúlan og Giljagarð í Leirvík. 

Peningur er eisini settur av til at keypa lendi í Syðrugøtu til útstykking.

Og skúlin í Leirvík skal umvælast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050