Smittutalið funnið sína legu um 40 smittað um dagin

bannari
Smittutalið funnið sína legu um 40 smittað um dagin
Um 40 føroyingar fáa staðfest korona um dagin, og har tykist smittutalið hava funnið sína legu
Grafurin av koronuútbrotinum, ið byrjaði 20. oktober, vísir, at smittutalið nú hevur funnið sína legu upp í móti 50 smittað um dagin
 
25.11.2021 - 07:33

Smittutalið í Føroyum lækkar ikki, heldur tvørtruímóti.

Týsdagin vóru 2.423 kanningar gjørdar. 53 teirra vóru positivar.

Í løtuni eru 389 smittað í Føroyum, sjey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu.

520 fólk eru í sóttarhaldi.

 

552.000 koronakanningar

Tá kanningarnar týsdagin eru tiknar við, eru 552.000 koronukanningar gjørdar í Føroyum.

3.337 fólk hava havt ella hava koronu.

Sambært tølunum í gjár hava 91,9 prosent fingið fyrsta prikið, 87,5 prosent hava fingið annað prikið og 10,4 prosent tað triðja.

Hetta eru fólk, sum eru 12 ár ella eldri.

 

Um tey 40 um dagin

Útbrotið av korona, sum vit uppliva í løtuni, byrjaði 20. oktober, og tølini benda á, at smittutalið hevur funnið so legu um tey 40 smittað um dagin. 

Smittutølini hetta tíðarskeiðið síggja soleiðis út. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366