Um at missa tamarhaldið á koronakanningunum

bannari
Um at missa tamarhaldið á koronakanningunum
Samgonguflokkarnir og Sjálvstýri í fíggjarnevndini halda, at vit eru um at missa tamarhaldið av nógvu koronukanningunum, sum verða gjørdar kring landið
 
19.11.2021 - 14:34

"Tað er nátúrligt, at nógv fóru at kanna seg fyri koronu, tá smittan vaks so nógv í oktober, men vit eiga at umhugsa, hvussu vøksturin verður tálmaður," siga samgonguflokkarnir og Sjálvstýri í álitinum til uppskotið um eykajáttan fyri oktober.

Ein máti at fáa tamarhald á støðuni er, at vit í framtíðini kanna fólkið við landamarkið, og at brúkarin sjálvur rindar fyri kanningina. 

Teir vísa eisini á, at í teimum førum, har arbeiðsgevarar krevja regluliga kanning av starvsfólkum, eiga teir eisini at gjalda fyri kanningarnar.

 

24 mió. kr. afturat

Í eykajáttanini fyri oktober, biður fíggjarmálaráðið um at fáa 12 milliónir kr. aftrat til koronukanningar á Landssjúkrahúsinum.

Men nú hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum upplýst fyri fíggjarnevndini, at samlaðu útreiðslurnar verða 24 milliónir kr. í ár, og tað mælir meirilutin í nevndini til at játta.

Neyðugt verður eisini við størri játtan til Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús í sambandi við koronukanningar.

 

Mæla til at játta pengarnar

Klaksvíkar sjúkrahús metti, at tørvur var á 550.000 krónum, tað sum eftir er av árinum, men brúk er fyri 900.000 kr. og tí verður biðið um 350.000 kr. aftrat.

Suðuroyar sjúkrahús væntaði at brúka 180.000 krónur aftrat til koronukanningar í ár, men nú vísir tað seg, at tørvurin er góðar 100.000 krónur størri.

Meirilutin í fíggjarnevndini mælir til at játta peningin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109