Hvannasunds kommuna væntar 21 mió. kr. í inntøkum

Hvannasunds kommuna væntar 21 mió. kr. í inntøkum
Kommunan roknar við at gera íløgur fyri seks mió. kr. og størsti parturin av hesum fer til nýggju útstykkingina í Hvannasundi
Savnsmynd
 
19.11.2021 - 11:32

Hvannasunds Kommuna hevur samtykt fíggjarætlanina fyri komandi ár.

Hetta var gjørt á bygdaráðsfundi týsdagin.

Samlaða úrslitið gevur eitt hall á 3,1 mió kr. Hetta verður fíggjað við tøkum peningi.

Hvannasunds kommuna væntar at fáa knappar 21 mió kr í inntøkum, og tað fer at kosta 17,9 mió krónur at reka kommununa komandi ár.

 

Íløgur fyri seks mió. kr. 

Kommunan roknar við at gera íløgur fyri seks milliónir krónur.

Størsti parturin av hesum fer til nýggju útstykkingina í Hvannasundi. Fýra milliónir krónur eru settar av til tað.

Skattaprosentið verður óbroytt frá í ár, á 19,75 prosent, og barnafrádrátturin eisini, hann verður somuleiðis 7000 krónur komandi ár.

418 fólk búgva í Hvannasunds kommunu.

 

Navnakapping útskrivað

Í samband við útstykkingina, so hevur kommunan eisini skriva út navnakapping til nýggja búøkið.

Økið liggur millum vegirnar undir Rókini og undir Svartakletti, og kommunan sigur, at ynskiligt er at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum hóskar væl til endamálið.

Freistin at lata inn uppskot er 4. desember, og kommunan letur virðisløn á 3000 kr til tað besta hugskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050