Koronustøðan í Evropa álvarslig

Koronustøðan í Evropa álvarslig
Í 10 av ES-londunum er koronustøðan nú so álvarslig, at hon er at meta sum hættislig, sigur evropeiski stovnurin fyri fyribyrging, ECDC, sambært Ritzau
Korona herjar eisini aftur í Evropa, har støðan nógvastaðni er hættislig.
Mynd: Jens Thaysen/Jysk Fynske Medier/Ritzau Scanpix  
 
13.11.2021 - 11:04

Tað er ikki bara í Føroyum, at koronufarstóttin aftur herjar við miklari megi. 

Eisini í 10 ES-londum er støðan hættislig, sigur ECDC, sum er evropeiski stovnurin fyri fyribyrging. 

Tey 10 londini, har støðan verður mett at vera hættislig, eru Belgia, Bulgaria, Estland, Grikkaland, Holland, Kroatia, Tjekkia, Ungarn, Poland og Slovenia.

Samstundis er metingin hjá stovninum, at talið av smittaðum og deyðum, fer at økjast við eini helvt næstu tvær vikurnar.

Hvar Danmark er á stiganum, verður einki sagt um, men herfyri var koronustøðan í Danmark ikki mett at vera nøktandi.

 

Hollandi letur aftur

Í Hollandi er støðan somikið ring, at stjórnin hevur gjørt av, lutvíst at lata samfelagið aftur.

Tað hevur við sær, at matstovur og handlar skulu steingja tíðliga. Skeinkistøð skulu lata aftur kl. 20, og tað mugu handilsmiðstøðir eisini. Aðrir handlar skulu lata aftur kl. 18.

Fólk fáa ikki atgongd til ítróttartiltøk, fólk vera biðin um í mest møguligan mun at arbeiða heimanífrá, og ikki fleiri enn fýra fólk mugu koma á vitjan samstundis, eru boðini frá hollendska forsætisráðharranum, Mark Rutte.

Í fyrstu syftu eru boðini galdandi í tríggjar vikur, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653