- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsgevarar krevja koronupass
Nú smittutølini við COVID-19 hava verið so stór sum ongantíð áður, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt av at seta krav um koronapass fyri at sleppa við til størri tiltøk.
Eitt koronupass er prógv fyri lidna koppseting, andevnisváttan, um ein hevur verið sjúk/ur, ella negativa PCR test, sum ikki er eldri enn 48 tímar.
Vinnuhúsið skrivar, at heilsufakligu myndugleikarnar mæla til, at krøv antin verða sett um koppseting ella negativa test. Fólk, sum hava verið sjúk við COVID-19, verða javnsett við koppsett í hesum sambandi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt av at taka ráðgevingina til eftirtektar og eftir samskifti við koronaráðgevingina gjørt av, at seta krav um koronapass í sambandi við størri tiltøk.
Henda skipan verður galdandi, til heilsufakligu myndugleikarnar broyta tilmælini.