Stórt innsavningartiltak í sjónvarpinum

Stórt innsavningartiltak í sjónvarpinum
Í kvøld kl. 19 verður stórt innsavningartiltak til frama fyri Kris og Sinnisbata í sjónvarpinum
 
06.11.2021 - 17:33

Í kvøld klokkan 19 skipa felagsskapirnir KRIS og Sinnisbati saman fyri stórum innsavningartiltaki í Mentanarhøllini á Eiði.

Tiltakið verður skipað sum ein sjónvarpssending, og sendingin verður víst beinleiðis í Kringvarpi Føroya.

Sendingin átti at verið send fyri einari viku síðani, men orsakað av koronustøðuni bleiv tiltakið útsett. 

 

Blandað tilfar

Í sendingini verða søgur, gestir og innsløg um arbeiðið hjá KRIS og Sinnisbata, men eisini fleiri skemtilig innsløg og góður tónleikur verður, siga fyriskipararnir.

Einstaklingar og felagsskapir kunnu so stuðla arbeiðnum hjá KRIS og Sinnisbata við at flyta teimum pening ella at ringja til 90 56 20 og harvið stuðla við 150 krónum. 

Sendingin byrjar í kvøld kl. 19. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Vikan 18. januar 2025
186511
Nýggjastu sendingar í SV