Tablett skal tálma koronu

bannari
Tablett skal tálma koronu
Pfizer boðar nú frá, at tey hava ment eina tablett fyri koronu
Mynd: Dado Ruvic/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.11.2021 - 14:30

Í tíðindaskrivi í dag sigur heilivágsframleiðarin, at kanningar eru gjørdar við einari tabeltt fyri koronu.

Tablettin eitur Paxlovid, og kann minka um vandan fyri at verða innlagdur ella at doyggja av smittuni við 89 prosentum, um tablettin verður tikin í seinasta lagi tríggjar dagar eftir sjúkutekin, skrivar Pfeizer.

Av teimum 389, sum fingu Paxlovid-tablettina, vórðu trý innløgd á sjúkrahús og eingin doyði. 385 fingu placebo - tvs. eina tablett við ongum í, og av teimum vórðu 27 innløgd og sjey doyðu við koronu.

 

Tablettin skal góðkennast

Sostatt vórðu 0,8 prosent av teimum, sum fingu Paxlovid, innløgd, og sjey prosent av teimum, sum fingu placebo, vóru innløgd.

Greiningin, sum er á øðrum og triðja stigi, kannar tablettina í vaksnum fólki, sum eru í stórum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk.

Pfizer ætlar skjótast til ber at lata amerikanska heilivágs-myndugleikanum, FDA, dátur til góðkenning.

"Úrslitini av kanningunum eru betri enn vit yvirhøvur tordu at droyma um," sigur Anneliesa Anderson, leiðari í Pfeizer, sambært New York Times.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653