Magnus Heinason varð seldur fyri 1,1 mió. kr.

Magnus Heinason varð seldur fyri 1,1 mió. kr.
Havrannsókarskipið Magnus Heinason, sum skal brúkast til ferðamannaskip, varð selt fyri 150.000 evrur, sum eru góðar 1,1 mió. kr.
 
05.11.2021 - 16:24

150.000 evrur, ella 1,1 millión krónur.

Tað var prísurin, tá fyrrverandi føroyska havrannsóknarskipið varð selt einum felagi í Kroatia, sum ætlar at brúka skipið til ferðamannaskip.

Magnus Heinason stóð á sølulistanum í umleið hálvt ár.

Hesa tíðina hevur hann, fyri tað mesta, ligið við bryggju í Vestmanna. 

Eilif Gaard, frá Havstovuni, segði við vp.fo, at fleiri fyrispurningar vóru, eisini úr Føroyum, men tá avtornaði kom bara eitt ítøkiligt boð.

Og tað var frá teimum, sum nú hava keypt skipið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050