Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eivør vann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
Eivør vann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
Eivør Pálsdóttir vann í kvøld størstu norðurlendsku virðislønina, tá hon vann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
Mynd: Martin Sylvest / Scanpix
02.11.2021 - 20:24
Tað var ein ovfarin og ovurfegin Eivør Pálsdóttir, sum tók ímóti størsta norðurlendska tónleikaheiðrinum í Skuespilhuset í Keypmannahavn í kvøld.
Dómsnevndin vísir í sínari avgerð á, at Eivør, ið er vorðin 38 ár, fær virðislønina fyri sítt ótroyttiliga arbeiði at seta Føroyar í miðdepilin, og at hon brúkar føroyska tónleikaarvin og málið í sínum tónleiki.
Eivør, sum gav sína fyrstu soloplátu út í 2000, verður heiðrað fyri at vera eitt norðurlenskt tónlistafólk, ið hevur fingist við nógv sløg av tónleiki, eitt nú rokk, kontry, klassiskan tónleik og reindyrkaðan popp.
Men uttan mun til, hvat slag av tónleiki, ið Eivør hevur fingist við, so hevur hon gjørt tað við stórari skaparmegi og stórum sjálvræðisrætti. Eivør er altíð sín egin.
Dómsnevndin vísir eisini á, at Eivør er ein tónleikari av Guds náði, ið eisini hevur eina sera vakra sangrødd, og hennara nærvera á pallinum ger, at hon hugtekur fólk kring allan heimin.
"Eivør er eitt djarvt tónlistafólk, ið altíð er leitandi, og fyri tað fær hon tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021," skrivar dómsnevndin.
Saman við heiðrinum, fær Eivør Plásdóttir 300.000 krónur.
Her kanst tú síggja takkartaluna hjá Eivør:
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV