- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tottenham koyrt venjaran
So er fyrsti venjarin í Premiere League í Onglandi koyrdur.
Ikki óvæntað, so var tað venjarin hjá Tottenham, Nuno Espírito Santo, sum er uppsagdur.
Hetta boðar Tottenham frá á sínari heimasíðu.
Í fráboðanini sigur Fabio Paratici, sum er stjóri í Tottenham, at hann er greiður yvir, hvussu nógv venjarin og hansara fólk hava stríðst fyri at fáa liðið at klára seg væl, og hann tí harmast, at hann noyðist at taka hesa avgerð.
"Nuno er ein sannur gentlemaður og fer altíð at vera vælkomin her. Vit takka honum og hansara venjaratoymi og ynskja teimum alt tað besta í framtíðini."
Uppsøgnin av Nuno Espírito Santo kemur í kjalavørrinum frá, at Tottenham á heimavølli tapti greitt 0-3 móti Manchester United leygardagin. Liðið hevði ikki eitt skot á málið í øllum dystinum.
Meira verður at frætta um venjara støðuna seinni, skrivar Tottenham á heimasíðuni.