- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tónleikafestivalar fáa pengar úr landskassanum
Tónleikafestivalar fáa pengar úr landskassanum
Mentanarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum

Mentanarnevndin hjá løgtinginum sigur seg vita, at at undirveitarar hjá festivalunum seta nú størri krøv um fíggjarliga trygd.
Mynd: Savnsmynd
27.10.2021 - 08:39
Tónleikafestivalar, sum avlýstu í summar, fáa pengar úr landskassanum.
Mentanarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum.
Álitið hjá nevndini kom í gjár.
Nevndin sigur, at forsølan til festivalarnar byrjar í november ella desember.
Hevur skund
Málið hevur tí skund, so tey, sum skipa fyri festivalunum, vita, hvat fíggjarliga grundarlagið hjá teimum er.
Eisini sigur Mentanarnevndin seg hava fingið at vita, at undirveitarar hjá festivalunum seta nú størri krøv um fíggjarliga trygd.
Atkvøðugreiðslan um uppskotið er í morgin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV