Heitir á øll um at lata seg koppseta

Heitir á øll um at lata seg koppseta
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at alt ov nógv ung og yngri vilja ikki koppseta seg, hóast tey hava tað fyri neyðini.
Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum.
 
27.10.2021 - 14:09

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, heitir nú á allar føroyingar, sum enn ikki eru koppsettir, um at lata seg koppseta.

Landsstýrismaðurin sigur í áheitanini: 

Tað eru alt ov nógv ung og yngri, sum annaðhvørt ikki vilja koppseta seg, ella halda, at júst tey ikki hava koppseting fyri neyðini. Men tað hava tey. Við at koppseta teg, verjir tú teg sjálvan og øll rundan um teg. Og harvið verjir tú alt samfelagið, tí vit vita, at um smittutølini hjá okkum verða ov stór, so kann trýstið á heilsuverkið eisini gerast hættisliga stórt. 

Mín áheitan er tí púra greið: Tit, sum ikki longu eru koppsett, gerið tað nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

84 prosent koppsett tvær ferðir

84 prosent av øllum føroyingum, eldri enn 12 ár, eru koppsett tvær ferðir fyri koronu.

Tey flestu, sum ikki eru koppsett, eru í teimum yngru aldursbólkinum. 

Í aldursbólkinum 12-14 ár hava 39 prosent fingið bæði prikini. 

Í aldursbólkinum 16-19 ár hava 79 prosent fingið annað prikið,  og í aldursbólkinum 25-29 ár hava 81 prosent fingið annað prikið.

Lesið áheitanina frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109