- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingast aftur um radaran
Tingast aftur um radaran
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Trine Bramsen, verjumálaráðharri, hittast í Keypmannahavn um eina viku

Jenis av Rana og Trine Bramsen hava fund um radaran í næstu viku. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum væntar, at greiði fæst á málinum í november.
26.10.2021 - 14:41
Týsdagin í næstu viku fara Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Trine Bramsen, verjumálaráðharri, at tosa um radaran, sum danir vilja hava í Føroyum.
Fundurin verður í Keypmannahavn fyrrapartin týsdagin.
Jenis av Rana sigur, at hann væntar at fáa eina greiðu á radaramálinum í november.
Tá málið er búgvið til tess, fer tað í Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.
Hann sigur, at Trine Bramsen og hann fara eisini at tosa um fáa skipað í fastar formar, at formalisera, samstarvið millum Føroyar og Danmark um trygd og verju.
Slíkt samstarv er um uttanríkismál.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV