- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjarni avloysir Bjørt

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, verður formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum restina av valskeiðinum.
Tað er ein avtala millum teir báðar stóru andstøðuflokkarnar, Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, sum er orsøkin til skiftið.
Tá nevndirnar blivu skipaðar eftir valið. avtalaðu Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin at skifta forfólkið í vinnunevndini miðskeiðis í valskeiðinum.
Bjarni Hammer tekur við eftir Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur røkt sessin tey fyrstu tvey árini.
Í august var eitt líknandi skifti gjørt í mentanarnevndini hjá løgtinginum, tá Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, avloysti Djóna Nolsøe Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, sum forfólk.