- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættarnevndin fær longda freist
Rættarnevndin fær longda freist
Nevndin viðger framvegis uppskotið um útlendingar, sum vilja keypa fastogn í Føroyum

Rættarnevndin hevur havt fýra fundir um uppskotið um útlendingar, sum vilja keypa fastogn í Føroyum.
Mynd: Savnsmynd
22.10.2021 - 10:50
Rættarnevndin hjá løgtinginum er ikki liðug við uppskotið hjá løgmanni um útlendingar, sum vilja keypa fastogn í Føroyum.
Nevndin hevur tí biðið um og fingið freist til 4.november at koma við áliti.
Fyrsta viðgerð var í tinginum 9.september.
Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fýra fundum.
Nevndin hevur tosað við løgmann, landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum, Tinglýsingina, fyritøkuna Mark, Kommunfelagið og Bárð Larsen, útbúgvingarleiðara í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV