Fíggjarnevndin tekur undir við Fámjinstunlinum

Fíggjarnevndin tekur undir við Fámjinstunlinum
Uppskotið kemur til 2. viðgerð í tinginum týsdagin
Týsdagin verður atkvøtt um Fámjinstunnilin í tinginum. Øll fíggjarnevndin tekur undir við málinum
 
21.10.2021 - 15:14

Øll fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um at gera tunnil Fámjins við tilhoyrandi vegum.

Nevndin hevur lagt fram álit í dag, og uppskotið kemur til aðru viðgerð í tinginum týsdagin. Tá verður eisini atkvøttt um uppskotið.

Fíggjarkarmurin fyri verkætlanina er 169 milliónir kr.

Fíggjarnevndin hevur kortini viðmerkingar um kostnaðin fyri Fámjinstunnilin, og ber saman við aðrar tunnilsverkætlanir. 

Sí álitið frá fíggjarnevndini her.

Tunnilin verður 1,2 kilometrar langur. Ørðavíkarmegin verður gjørdur ein kilometur av atkomuvegi og Fámjinsmegin verða gjørdir 400 metrar

Tríggjar byggifyritøkur eru undangóðkendar at bjóða upp á arbeiðið at gera Fámjinstunnilin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823