- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttanarlóg og vælferðartænastur í tinginum í dag

Í dag fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um eykajáttanarlóg, sum hevur stívar 108 mió. kr. í halli.
Tingið skal eisini viðgera uppskot hjá Tjóðveldi um vælferðartænastur.
Tjóðveldi hevur uppskot til samtyktar, har løgtingið verður biðið um at heita á landsstýrið um at koma við frágreiðing um heildarætlan, sum lýsir neyðug tiltøk á útbúgvingarøkinum í mun til arbeiðsumstøður og arbeiðstíð til tess at tryggja nøktandi vælferðartænastur.
Lægst lønt meira í løn
Hetta skal tryggja, at vit kunnu veita tær vælferðartænastur, sum framtíðin krevur, sigur Tjóðveldi.
Millum annað skulu tey lægst løntu fáa meira í løn.
Og fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og námsfrøðingar skulu útbúgvast.
Tingfundurin byrjar klokkan 11.