Neyðugt at loysa avbjóðingar í samvinnuni við Ísland

Neyðugt at loysa avbjóðingar í samvinnuni við Ísland
Løgmaður hevur hitt íslendska forsætisráðharran í Reykjavík, m.a. um Hoyvíkssáttmálan
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hitti Katrína Jakobsdóttir, forsætisráðharra, í Reykjavík.
 
17.10.2021 - 10:07

Tað er neyðugt at loysa tær afturvendandi avbjóðingarnar í okkara samvinnu við Ísland. 

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur havt fund við íslendska forsætisráðharran, Katrín Jakobsdóttir. 

Fundurin var í Reykjavík. 

- Síðani Hoyvíkssáttmálin varð settur í gildi í 2006, hava verið atfinningarsamar røddir í Føroyum, og seinastu 15 árini hava verið nógv ymisk mál, ið Føroyar hava strongt á fyri fáa avgreidd. Skal samvinnan millum Føroyar og Ísland styrkjast, er tað er avgerandi, at vit loysa tær avbjóðingar, ið støðugt taka seg upp, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Á fundinum við íslendska forsætisráðharran varð nýggja íslendska frágreiðingin um viðurskiftini við Føroyar umrødd. Frágreiðingin kann vera við til at betra um samvinnuna millum londini. 

Alivinna og ferðavinna

Løgmaður heldur, at tað eru møguleikar fyri einum styrktum samstarvi við Ísland - ikki minst innan alivinnu og ferðavinnu.

- Føroyar og Ísland eru brøðratjóðir. Okkara lívstreytir í norðurhøvum líkjast nógv, og tí er upplagt, at vit samstarva meira. Eg haldi til dømis, at íslendingar kunnu læra nógv av okkara dugnaligu alivinnu, meðan føroyska ferðavinnan kann eisini læra nakað av royndunum hjá Íslandi, heldur løgmaður.

Umframt fundin við íslendska forsætisráðharran, skifti løgmaður eisini orð við Guðlaugur Þór Þórðarson, uttanríkisráðharra, um viðurskiftini millum Føroyar og Ísland.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805