- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hallur Hansson skal spæla við Vejle
Hallur Hansson skal spæla við danska superligaliðnum Vejle.
Tað boðar Vejle frá á heimasíðuni í morgun.
Venjarin hjá Vejle, Peter Søresen, fegnast um sáttmálan við Hall Hansson, sum, sambært venjaranum, hevur nakrar greiðar eginleikar, sum fara at hjálpa Vejle at fáa betri úrslit.
"Hallur Hansson hevur nógvar royndir við superligaini og kennir væl sínar nýggju liðfelagar, og tað ger, at hann kann koma beint inn á liðið. Vit fáa ein dugnaligan spælara og eina sterka persónligheit inn á liðið, sum saman við liðfeløgunum skal lyfta liðið," sigur Peter Sørensen við heimasíðuna hjá Vejle.
Venjarin er sannførdur um, at Hallur Hansson er klárur at spæla, hóast hann ikki hevur havt nakað felag í rættiliga drúgva tíð.
"Hallur Hansson er í venjing, sum teir 90 minuttirnir móti Skotlandi staðfestu, og tí kann hann geva sítt ískoytið til liðið beinavegin."
"Eg eri sera fegin"
Hallur Hansson, sum í mong ár spældi við AC Horsens, har hann eitt skifti eisini var liðskipari, er eisini fegin um sáttmálan við Vejle.
"Eg er sera fegin um sáttmálan, sum eg havi undirskrivað við Vejle. Tað sigur seg sjálvt, at eg kenni felagið og liðið, og eg havi eisini tosað við Viljormur (Davidsen) um dygdirnar hjá liðnum, uttan mun til støðuna á stigatalvuni. Eg fari at geva alt, eg eigi, fyri at tryggja felagnum góð úrslit her í heyst," sigur Hallur Hansson, sum er vorðin 29 ára gamal.
Hallur Hansson vandi við sínum nýggju liðfeløgum í dag, og hevur í fyrst atløgu undirskrivað ein sáttmála, sum er galdandi fyri tað, sum er eftir av donsku kappingini í heyst.