Peningastovnarnir lúka allar treytir

Peningastovnarnir lúka allar treytir
Danska fíggjareftirlitið hevur kannað allar peningastovnarnar, og allir lúka treytir um markvirði
Allir peningastovnarnir í Føroyum lúka treytirnar um markvirði, sigur fíggjareftirlitið.
 
13.10.2021 - 11:19

Føroysku peningastovnarnir lúka øll markvirðini hjá fíggjareftirlitinum.

Danska fíggjareftirlitið hevur sett nøkur markvirði fyri, hvat tey meta vera peningastovnsvirksemi, ið hevur øktan váða. 

Í juni kannaði fíggjareftirlitið føroysku peningastovnarnar, og niðurstøðan var, at allir fýra peningastovnarnir í Føroyum lúka treytirnar.

Markvirðini eru ásett fyri at mótvirka ov stóran váða, samstundis sum peningastovnarnir skulu kunna reka lønandi virksemi og veita neyðugan kreditt til fyritøkur og húsarhald. 

Lýkur peningastovnurin ikki eitt ella fleiri av hesum markvirðum, verður eftirlitið frá fíggjareftirlitinum hert. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050