- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landskassin skyldar fýra mia. kr.
Landskassin skyldar fýra mia. kr.
Skuldin svarar til 18 prosent av BTÚ

Skuldin minkaði meira enn 1,3 milliardir kr., tá eitt lán var goldið aftur í summar.
13.10.2021 - 15:53
Landskassin skyldar í løtuni umleið fýra milliardir krónur. Tað svarar til 18 prosent av BTÚ í 2021.
Landskassin rindaði í juni í ár eitt lán aftur upp á 1,35 milliardir krónur, og skuldin minkaði sostatt við hesi upphædd.
Í juni í fjør tók landskassin 1,6 milliardir krónur í láni fyri at tryggja, at peningur var tøkur í sambandi við koronu. Av tí at búskaparliga gongdin í fjør og í ár hevur verið betri enn væntað, var peningur tøkur at rinda skuld niður við í juni 2021, skrivar Landsbankin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV